Heldin fylgir "Distributed Architecture", men Heldin hevur ein Heldardepil. Hví tað?

Av tí at dátur í Heldini altíð ferðast frá skipan til skipan, og ongantíð ígjøgnum nakran "central", so kann Heldardepilin virka óneyðugur.

Heldardepilin ER óneyðugur til sjálvt dátusamskifti. Dátur ferðast ongantíð ígjøgnum Heldardepilin. Hervið verður tryggja at dáturnar bert eru tøkar hjá pørtunum sum samskifta við dátum sínámillum.

Týdningurin av Heldardeplinum sæðst tá mann hyggur eftir hvørjar uppgávur hann hevur:

  • Heldardepilin váttar certifikatir sum eru neyðug, fyri at samskifti verður bronglað (kryptera) millum luttakarar í Heldini.
  • Heldardepilin gevur nýggjum luttakarum atgongd at nýta Heldina, og tryggjar harvið at luttakarar vita trygt hvønn tey samskifta við.
  • Heldardepilin kann síggja hvør luttakari samskiftir við hvønn luttakara, og kann síggja hagtøl um hetta, men móttekur ikki dátur (innihaldið av samskiftinum).
  • Heldardepilin móttekur ein checksum av innihaldinum av samskiftinum millum tveir luttakarar, soleiðis at um tað skuldi hent at luttakarar eru ósamdir um innihaldið sum er sent/móttikið, so kann Heldardepilin staðfesta hvør av pørtunum hevur rætta log-innihaldið av samskiftinum.
  • Heldardepilin vegleiðir brúkarum um nýtsluna av Heldini, við at halda afturvendandi skeið fyri mennarum, og svara spurningum um nýtslu av pallinum.
Reply Oldest first
  • Oldest first
  • Newest first
  • Active threads
  • Popular
reply to topic
Like Follow
  • 4 mths agoLast active
  • 66Views
  • 1 Following

Virksemi á síðuni