Hvussu kann eg nýta FOLK uttan at forrita

Henda vegleiðingin er til tann sum roynir at brúka FOLK vevtænastuna hjá Umhvørvisstovuni, uttan at tað er neyðugt at gera ein klient.

Áðrenn fari verður í gongd

1: Áðrenn til ber at samskifta við Heldina er neyðugt at tú hevur atgongd til ein trygdarambætara, og at ein vevtænastubrúkari er tilmeldaður. Henda skulu vit nýta tá vit kalla inn til Heldina.

2: Eisini er neyðugt at tú hevur fingið atgongd til vevtænastuna. Fyri at spyrja eftir dátum í FOLK skalt tú hava fingið til vega eitt brúkaranavn og loyniorð til FOLK, og tað skal verða latið upp fyri at tín vevtænastubrúkari kann spyrja uppá metodurnar í Heldini. Fyri at fáa atgongd skal avtala gerast við Umhvørvisstovuna, sum síðani gevur atgongd.

3: Tað er eisini neyðugt at tú hevur administratoratgongd á tíni teldu, so til ber at leggja inn forritið SoapUI. Inni á leinkjuni: https://www.soapui.org/downloads/soapui.html ber til at heinta forritið sum skal nýtast. Útgávan sum er ókeypis er nóg mikið:

 Upplýsingar ið tú skalt hava tøkar

  • Vevtænastubrúkari í Heldini - er vanliga a-talið á tínum virki/stovni
  • Brúkaranavn og loyniorð í FOLK - hetta fært tú frá Umhvørvisstovuni

WSDL fílan

Fyri at samskifta við eina Soap vevtænastu er neyðugt við eini WSDL fílu, ið lýsir hvussu samskift verður. WSDL fílan sæst við einum browsara, við at peika hann til eina addressu á tínum security servara:

http://[tín-sec-serv-ip]/cgi-bin/uriproxy?producer=[navn-a-vevtænastu]

Í hesum førinum vil eg samskifta við FOLK vevtænastuna, og sambært https://heldin.fo so eitur henda vevtænastan: us-folk-v1

Tá eg peiki browsarin til hesa leinkjuna (brúka tína egnu IP): 

http://192.168.1.105/cgi-bin/uriproxy?producer=us-folk-v1 

...so fái eg ein WSDL uppá FOLK vevtænastuna sum svar:

Vit síggja at security servarin/trygdarambætarin finnur vevtænastuna, og vit kunnu tí royna at fáa samband við vevtænastuna við SoapUI.

SoapUI

Tendra SoapUI og vel File -> Create Empty Project ella trýst á "Empty" í amboðslinjuni:

 

Vel í menuini ovast: Project -> Add WSDL, ella trýst á [CTRL]+U fyri at leggja ein WSDL inn. Her skal leinkjan sum vit avprøvaðu omanfyri innsetast.

 

Tá hetta er sett inn sært tú at SoapUI lesur WSDL fíluna og skapar nakrar definitiónir, soleiðis at tú eftirfylgjandi kanst kalla á vevtænastuna.

Tá hetta er klárt, so fært tú ein træstruktur í vinstru síðu sum sær nakað soleiðis út:

 

Innrita til FOLK

Lat okkum nú byrja við at logga á FOLK. Hetta gera vit við at senda eina request til Login metoduna. 

Dupult-klikka á Request 1 í trænum, undir Login greinini. Nú kemur ein mynd við xml teksti fram. Broyt hetta xml, soleiðis at tað sær soleiðis út:

 

Áðrenn tú kanst senda hetta til FOLK, so mást tú fyrst broyta IP addressuna í addressulinjuni omanfyri, tí tað stendur altíð ein skeiv IP addressa har í. Grundin til tað er at Umhvørvisstovan sum eigur vevtænastuna veit einki um hvørja IP addressu tín security servari hevur, og kann tí ikki seta hesa IP addressuna fyri teg. Broyt IP addressuna til IP á tínum security servara.

Nú kanst tú trýsta á grøna "Play" knøttin, ovast til vinstru, og tú skuldi tá fingið eitt svar frá FOLK við einum "token" í. Hetta token verður tað sum tú nú skalt brúka til at spyrja uppá upplýsingar um fólk. Token gongur út aftaná eina tíð, og tá tann tíðin er farin mást tú logga á aftur av nýggjum, og fáa eitt nýtt token.

 

Heinta dátur um ein persón

Lat okkum nú royna at spyrja uppá upplýsingarnar hjá einum persóni. Til ber at spyrja uppá p-tal, ella við at finna persónin útfrá ymiskum upplýsingum, so sum navn, bústað, og føðingardegi.

Hav token frá Login kallinum klárt, soleiðis at tað kann brúkast til næstu request til FOLK. Tvs. token sum sær nakað soleiðis út:

FedAuth=79i/PD94...[klippt út]...Rua2uPg==; path=/Crs/; secure; HttpOnly

Dupultklikk nú á Request 1 undir greinini GetPeoplePublicInfo í trænum vinstrumegin. Nú kemur eitt xml skjal fram, har tú kanst tøppa upplýsingarnar sum tú vilt spyrja uppá.

 

Skjalið er ikki útfylt, so tað skal gerast, eins og tá vit innritaðu til FOLK. Útfyll skjalið soleiðis at tað líkist hesum niðanfyri.

Set títt token í frá Login kallinum, og set títt egna consumer navn inn í xml skjalið:

Eins og seinast mást tú eisini skifta IP addressuna út í addressulinjuni omanfyri, áðrenn tú trýsti á grøna "Play" knøttin.

Svarið fært tú í høgru síðu, og tað inniheldur public info um persónin.

Reply Oldest first
  • Oldest first
  • Newest first
  • Active threads
  • Popular
reply to topic
Like Follow
  • 7 mths agoLast active
  • 105Views
  • 1 Following

Virksemi á síðuni