WSDL fíla til menning av webservice

Hetta er ein WSDL fíla sum inniheldur allar teir neyðugu tilvísingarnar sum skulu til fyri at menna eina webservice til Heldina. 

Fyri at generera eina .cs ella .vb fílu við eini interface til eina .Net webservice, skalt tú brúka Windows SDK, har eitt WSDL amboð fylgir við.

Opna so ein Visual Studio Command Prompt (undir Visual Studio Tools sum er installera saman við Visual Studio), og finn mappuna WSDL.exe amboði liggur. Skift so til hesa mappuna og koyr wsdl.exe:

cd c:\Program Files (x86)\Microsoft SDKs\Windows\v7.0A\binwsdl.exe /language:CS /serverInterface c:\users\ae\documents\visual studio 2013\Projects\HelloService\HelloService\wsdl\base.wsdl https://x-road.eu/xsd/x-road.xsd  /o:c:\users\ae\documents\visual studio 2013\Projects\HelloService\HelloService\IHelloWorld.cs

(Broyt mappurnar í døminum so tær vísa til tilsvarandi mappur á tíni teldu).

Hetta skuldi, um wsdl fílan er í lagi, givið tær eina .cs fílu við eini interface til webservice'ina. Um tað ikki bar til at gera fíluna, sært tú eini feilboð í commandprompt sum sigur meira um hvør feilurin í WSDL fíluni er.

Reply Oldest first
  • Oldest first
  • Newest first
  • Active threads
  • Popular
reply to topic
Like Follow
  • 2 yrs agoLast active
  • 284Views
  • 1 Following

Virksemi á síðuni