Hvussu lesi eg feilmeldingar frá vevtænastum á Heldini

Tá arbeitt verður upp móti vevtænastum umvegis Heldina, verða feilmeldingar móttiknar um kallið er skeivt samansett, ella aðrir trupulleikar eru. Fyri at avlesa hesar feilmeldingarnar, er hent at skilja ímillum feilmeldingar sum koma frá trygdarambætaranum, og feilmeldingar sum koma frá aftanfyriliggjandi vevtænastu.

Tá trygdarambætarin sjálvur kemur við eini feilmelding, so sæðst hetta í <faultcode> feltinum. Í teimum førunum byrjar feilmeldingin við "Server" og síðani - alt eftir um tað er servarin hjá vevtænastuveitara ella vevtænastubrúkara sum returnerar feilin - svarar feilmeldingin við Producer ella Consumer. Síðani kemur slagið av feili.

Tá talan er um feilmeldingar frá aftanfyriliggjandi vevtænastu, so er faultcode og faultstring upp til vevtænastuveitarin at áseta (sí dømi 3).

Dømi 1:
Eitt kall verður avvíst á vevtænastubrúkara-síðuni, tí service-navnið var skeivt stavað í kallinum:

<faultcode>Server.Consumer.ProcessingError</faultcode>
<faultstring>Internal error (invalid soap message: Query names do not match: 'ktl-helloworld-v1.helloWorl.v1', 'helloWorld', failed to read query)</faultstring>
<faultactor>actor://MATCH_QUERY_NAMES</faultactor>
<detail>
   <xrd:faultDetail>details (error:8806A067:lib(136):MATCH_QUERY_NAMES:invalid soap message:soap_reader.c:199: Query names do not match: 'ktl-helloworld-v1.helloWorl.v1', 'helloWorld', error:8A07F09F:X-tee consumer proxy:READ_INCOMING_QUERY:failed to read query:interfaces.c:194)</xrd:faultDetail>
</detail>

Sum sæðst omanfyri, so sigur trygdarambætarin hjá spyrjandi partinum (consumer) at her var ein "processing error", og feilurin er at "Query names do not match". Tvs. metodan helloWorl er skeivt stavsett.

Dømi 2:
Eitt kall verður avvíst av vevtænastuveitaranum, tí atgongd verður tillutað á trygdarambætaranum hjá vevtænastuveitaranum, men atgongdin er ikki tillutað til henda vevtænastubrúkarin:

<faultcode>Server.Producer.NotAllowed</faultcode>
<faultstring>Query is not permitted</faultstring>
<faultactor>actor://</faultactor>
<detail>
   <xrd:faultDetail/>
</detail>


Her sæðst á feilmeldingini at tað er trygdarambætarin hjá producer sum avvísir kallið, tí atgongdin ikki er givin til hesa metoduna.

Dømi 3:
Eitt kall til FOLK vevtænastuna at heinta persónar sum eru broyttir síðani í gjár. Av tí at dagfestingarnar eru ásettar skeivt, kemur henda feilmeldingin frá sjálvari vevtænastuni:

<faultCode>01a0a835-f0f6-4018-8685-53ee6277249a</faultCode>
<faultString>ModifiedSince cannot be after ModifiedBefore</faultString>

Sum sæðst omanfyri, so er tað ikki Server sum svarar í hesum førinum, og tí er talan um eina feilmelding frá vevtænastuni sjálvari.

Sí eisini niðanfyri talvu, sum eisini finst í "Security Server User's Guide" á síðu 59:

 

Reply Oldest first
  • Oldest first
  • Newest first
  • Active threads
  • Popular
reply to topic
Like Follow
  • 9 days agoLast active
  • 7Views
  • 1 Following

Virksemi á síðuni