Verkstova týsdagin 15. mars kl. 13 til 16

Tue Mar 15 2016 at 1 PM - 4 PM GMT
Talgildu Føroyar Verkætlanarskrivstovan, Traðargøta 43, Argir.

Góðu KT veitarar

Sum liður í verkætlanini "Heldin", hjá Talgildu Føroyum, ynskja vit at bjóða tykkum til eina verkstovu, sum er eitt framhald frá verkstovuni frá 2 - 5. november 2015.

Verkstovan í november var eitt Proof of Concept, og úrslitið var ein koyrandi menningar- og testskipan.

Henda verkstovan fer eitt stig víðari. Endamálið er at veitarar fáa møguleika at binda seg í testpartin av Heldini og harvið fáa nakrar innanhýsis royndir. Úrslitið verður, at vinnan og Heldin verða klár, tá Heldin verður sett í rakstur seinni í ár.

Nakrar test webservices eru settar í verk, so til ber at geva loyvir og royna samskifti á verkstovuni. Tá tit fara heim, hava tit vónandi ein lokalan securityservara koyrandi, sum er bundin í menningar- og testskipanina. Hesin kann brúkast til at veita tænastur og/ella brúka tænastur á M&T Heldini. 

Verkstovan er ætlað tekniskum persónum, og fylgjandi evni verða viðgjørd á verkstovuni:

  • Hvussu koma tit í gongd 
  • Mannagongdir og reglur í sambandi við tilmelding og rakstur 
  • Navngeva tænastur og móttakarar 
  • Uppseting av Security Server 
  • Verulig tilmelding og íbinding til M&T skipanina á Heldini 
  • Hvussu verður ein webservice ment og uppsett 
  • Spurningar, ivamál o.a. 

Á spyr.talgildu.fo liggja vegleiðingar til hvussu ein securityservari verður settur upp, sí http://spyr.talgildu.fo/t/63xv9z

Image filur til Security Servara kunnu heintast her.

Ein videovegleiðing er gjørd til .Net mennarar, og er hon tøk her.

Minstu krøv til luttakarar eru hesi:

  • At SS image er downloada og koyrir í einum virtualiseringsumhvørvi, so til ber at seta tað upp á verkstovuni. 
  • Securityservarin skal hava eina almenna ip adressu, og hesi portur skulu vera opin í firewall’inum til SS:
    • Incoming and forwarded 
    • TCP 5555 – SSL/TLS data exchange between security servers  
    • Outgoing 
    • TCP 25 – SMTP, sending e-mails (including error messages) to the internet 
    • TCP 37 – UNIX time protocol for the diagnostics subsystem;  
    • TCP and UDP 53 – Name server services;  
    • TCP 80 – HTTP, loading central server keys;  
    • UDP 123 – NTP, security server clock synchronization;  
    • TCP 5555 – SSL/TLS data exchange between security servers  
    • TCP 5556 – Security server query hash logging protocol;  
    • UDP 6666 – Data exchange with monitoring stations (new SKIP/ESP protocol in use from X-Road version 5.0)  
  • Atgongd skal vera tøk til securityservaran frá skeiðnum. 

Verkstovan gevur bert atgongd til menningar- og testskipanina. Av tí at hetta er ein menningar- og testskipan, er neyðugt at taka fyrivarni fyri ymsum trupulleikum, sum vanliga eru við einari innkoyring. Eitt av endamálunum við at koyra við menningar- og testskipanini er at fáa nakrar veruligar royndir við skipanini og mannagongdum.

Rakstrarskipanin verður væntandi klár í mai og er fullkomiliga leys frá menningar- og testskipanini. Tá rakstrarskipanin verður sett í verk, verður neyðugt at biðja um atgongd av nýggjum, men mannagongdir, skipanir og rakstur verða tær somu.

Verkstovan verður týsdagin 15. mars, frá kl. 13 til 16 á Talgildu Føroyar Verkætlanarskrivstovuni, Traðargøta 43, Argir. Verkstovan er ókeypis og fyri allar veitarar, tó so, at tað eru avmarkað pláss.

Tí vera tit vinarliga biðin um at siga frá aftur, hvussu nógvar luttakarar tit ynskja. Væntandi verður ein verkstova aftur í apríl, har til ber at arbeiða víðari við royndum og avbjóðingum í sambandi við menning av tænastum til Heldina. 

Reply Oldest first
  • Oldest first
  • Newest first
  • Active threads
  • Popular
  • 232Views

Virksemi á síðuni