Ymiskar feilmeldingar

  • Internal error (password not entered, could not create request context)

FRÁGREIÐING: Feilurin merkir at tú roynir at spyrja inn til Heldina ígjøgnum ein security servara, men Master Password er ikki ásett í security servaranum.

LOYSN: Far inn á security servarin https:<Security Server IP>:3000 og har verður tú biðin um at áseta Master Password. Skriva master password inn í myndina, og trýst á save. Royn so aftur.

 


 

  • Error downloading schema (operation timeout, cannot receive chi message, cannot receive chi message, cannot read response)

FRÁGREIÐING: Hesin feilurin kann merkja at ein producer er konfigureraður til at tosa við eina webservice á einum aftanfyriliggjandi adapter server, men security servarin ikki fær atgongd til hesa.

LOYSN: Kanna at firewall loyvir samskifti millum security servara og adapter servara á tí porti sum er ásett í producer konfiguratiónini á security server admin myndini, og kanna at webservice'in koyrir á aftanfyriliggjandi servara á hesum ip+path+port.

 


Internal Server Error

The server encountered an internal error or misconfiguration and was unable to complete your request.

Please contact the server administrator at [no address given] to inform them of the time this error occurred, and the actions you performed just before this error.

More information about this error may be available in the server error log.

FRÁGREIÐING: Hesin feilurin kemur tá tú, umvegis tín trygdarambætara, roynir at umbiða eina WSDL fílu frá Heldini, men tú ikki enn hevur nakra aktiva tilmelding til Heldina á hesum trygdarambætaranum (undir menupunktinum "Organizations"). Leinkjan tú brúkar er typiskt: 10.20.30.40/cgi-bin/uriproxy?producer=okkurt-producername-v1

LOYSN: Fyri at fáa hetta at virka, mást tú fyrst tilmelda ein vevtænastubrúkara (sí http://www.talgildu.fo/heldin/knyt-i-heldina/vevtaenastubrukari/)

 


Must use GET

FRÁGREIÐING: Hesin feilurin kemur tá tú, umvegis tín trygdarambætara, roynir at samskifta við eina vevtænastu, men kallar á WSDL fíluna, ístaðin fyri sjálva vevtænastuna. WSDL fílan finst á addressuni:

http://[tín.sec.srv.ip]/cgi-bin/uriproxy?producer=virki-service-v1

Vevtænastan verður avvikla á tilsvarandi consumer_proxy addressu, t.d.:

http://[tín.sec.srv.ip]/cgi-bin/consumer_proxy

LOYSN: Skift til consumer_proxy addressuna í klientinum (evt. SoapUI, e.t.)

Reply Oldest first
  • Oldest first
  • Newest first
  • Active threads
  • Popular
reply to topic
Like Follow
  • 1 mth agoLast active
  • 325Views
  • 1 Following

Virksemi á síðuni